Um okkum

Vit eru eitt par í 30'inum við trimum børnum. Vit eru búðsitandi í Kvívík, og tað er eisini haðani okkara virksemi byrjaði.

Vit valdu at byrja ein nethandil við baby og barnaútgerð í Septembur 2015, tí vit hildu at tørvur var á tí her heima í Føroyum, og av tí sama røkka út til alt Føroya land. Í fyrstuni var vøruúrvalið ikki so stórt, men tað er vaksið nógv við tíðini. Og er nú primært barnaklæðir, leikur, interior og smá útgerð til børn.

Vit hava lagt okkum eftir, at vørurnar vit selja eru úr góðari góðsku. Tað mesta av tilfarinum er vistfrøðiligt og burðardygt. Okkum dámar eisini best Donsk/Skandinavisk merkir, sum t.d. Konges Sløjd, Wheat, HUTTEliHUT og Müsli, sum eru okkara 'høvuðsmerkir'.

Vit Hava í nøkur ár ferðast kring landið, og havt POP-UP handlar ymsastaðni, og tað hevur verið avbera stuttligt, men eisini krevjandi. Vit hava nú í 2021, leiga okkum hølið í Bøgøtu í Havn, har vit hava eitt showroom/handil sum er opin av og á, vit lýsa við tí á teimum sosialu miðlunum, tá vit hava opið har.

 

×